Fyrispurningar
Nevndin Lóg og reglur Samband OSS Slóðir
Forsíða
Tíðindasavn
Tíðindabræv
Javnstøða úr fuglaperspektivi
Tey ótraditionellu
Evni
Hagtøl
Kvinnur og politikkur
Frálæra
Familju/arbeiðslív
Foreldramyndugleiki
Brøv
Spurnakanningar
Mainstreaming
Sjónarmið
Bókmentir
Avgerðir
Ársfrágreiðingar

Sambært javnstøðulógini eigur mismunur ikki at vera gjørdur vegna kyn. Tá talan er um at fáa børn og arbeiða er veruleikin tó tann, at menn og kvinnur ikki altíð hava somu sømdir.

Barsilskipanin tryggjar t.d. kvinnum longri tíð heima hjá barninum enn monnum. Og hugburðurin hjá summum arbeiðsgevarum gevur t.d. monnum fleiri møguleikar í arbeiðinum og harvið m.a. hægri løn enn kvinnur.

Fyri at lýsa støðuna hjá kynunum á arbeiðsmarknaðinum, hava vit savnað ymist tilfar, sum her sæst at lesa.

Partar av javnstøðu-lóggávunum, sum hevur við arbeiðsmarknaðin at gera her heima, í Danmark og Íslandi verða lýstir. Greitt verður frá sømdum í sambandi við barnsburðarfarloyvi í teimum trimum londunum, og frá nøkrum orsøkum til, at lønarmunur er millum kynini.

Fyri at vísa á nýggjar mátar at sameina familju- og arbeiðslív ella útbúgving, hava vit heitt á eitt foreldrapar, sum ikki hevur havt barn sítt á stovni, um at greiða frá, hvussu tey hava skipað seg, og hví.

Strongd er ikki longur bert ein trupulleiki hjá monnum, sum arbeiða nógv. Eisini kvinnur og børn gerast strongd, og hetta verður eisini lýst niðanfyri.

Vónandi kann tilfarið geva íblástur og varpa ljós á ónøktandi viðurskifti.

 

Javnstøða á pappírinum og í verki

 

Hjúnalag við uppvaski

 

Javnstøða er pláss fyri báðum og øllum

 

Fyri vanbýti orsaka at hava átt børn

 

Pápar eru eins góðir til umsorgan sum mammur

 

Rigtige kvinder gider ikke høre mere vrøvl

 

Kvinnur og strongd

 

Børn og strongd

 

Sameining

 

Barsil

 

Lønarmunur

 

 

 

Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media